FM1: Soleiðis vann AB 2-0 á Skála

(FM1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá AB, Henrik Larsen og Poul Kallsberg hjá Skála seta orð á dystin AB-Skála 2-0 (1-0)

##med2##

 

AB – Skála 2-0 (1-0)

 

1-0: Teitur D. Olsen (39.) 

 

2-0: Thomas Kirkeby Junge (64.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin, Trónd Arge og viðmerkjaran, Oddbjørn Joensen siga frá báðum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein fegnan og lættan høvuðsvenjara hjá AB, Henrik Larsen sum staðfestir, at sigurin í dag lættir um tunga arbeiðssetningin at yvirliva í deildina. 

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein vónbrotnan Poul Kallsberg hjá Skála, ið ásannar, at teir á Skála hava spælt væl í nógvum dystum, men teir taka bara ikki av málmøguleikunum, og tað hevur kostað eina niðurflyting.

 

4) Hoyr Oddbjørn taka samanum 24. umfar í Betrideildini. Oddbjørn heldur, at í mun til úrslitini er NSÍ tann stóri taparin hetta vikuskiftið. 

 

AB-Skála 2-0 (1-0) - Hoyr málini, samrøður við Henrik Larsen og Poul Kallsberg, og samanumtøku hjá Oddbirni Joensen

AB-Skála 2-0 (1-0) - Hoyr málini, samrøður við Henrik Larsen og Poul Kallsberg, og samanumtøku hjá Oddbirni Joensen