##med2##
B68 – AB 0-1 (0-1)
0-1: Teitur Debess Olsen 15.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann siga frá sigursmálinum hjá AB.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein sera fegnan høvuðsvenjara hjá AB, Henrik Larsen sum staðfestir, at aftaná hendan kærkomna sigurin hevur AB lagnuna í egnum hondum.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við ein vónbrotnan høvuðsvenjara hjá B68, Jákup á Borg, ið er vónbrotin um, at hansara menn ikki høvdu tað besta avrikið í dag. Nú fara Jákup og hópurin at gera klárt til ársins dyst móti NSÍ við Løkin í komandi umfarinum.