##med2##
B36 gjørdist í kvøld fyrsta liðið í Betrideildini at tryggja sær stig við Djúpumýru í Klaksvík við 1-1 javnleiki móti KÍ.
Stóra hetjan hjá B36 gjørdist Bjarki Nielsen, ið javnaði til 1-1 í tíðini, ið dómarin hevði lagt aftrat.
KÍ – B36 1-1 (0-0)
1-0: Árni Frederiksberg 58.
1-1: Bjarki C. Nielsen 94.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr frásøgumannin, Tróndur Arge og viðmerkjaran, Hjalgrím Elttør siga frá báðum málunum.
2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við málskjúttan hjá B36, Bjarka Nielsen.
3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við málskjúttan hjá KÍ, Árna Frederiksberg.
4) Hoyr Hjalgrím stutt taka samanum dystin.
- Hetta var øgiliga harður dystur við nógvum nærdystum soleiðis, sum tað hevur verið í hinum dystunum, sum vit hava spælt ímóti KÍ, og tað var kærkomið, at tað bar úrslit við sær, tá ið vit av álvara spentu álopsbogan. So leingi, sum støðan var 1-0, var lív í, og vit roknaðu við møguleikanum, og vit eru fegnir við hetta stigið, sum kemur væl við í kappingini at sleppa við í Europa næsta summar, segði Bjarki Nielsen við FM1.
- Vit iðra okkum, tí vit vunnu flestu nærdystirnar, og vit høvdu fleiri møguleikar at vera frammanfyri við meiri enn einum máli, tá ið 94 minuttir vóru farnir, sigur KÍ málskjúttin Árni Frederiksberg. Vit hugsa yvirhøvur ikki um FM heitið. Sunnudagin fara vit út á Skála, og tá vóna vit, at tað fer at eydnast at umseta fleiri málmøguleikar til mál, enn tað gjørdi í kvøld, segði Árni Frederiksberg við FM1.