FM1: Soleiðis vann HB Føroyum týdningarmikil stig

(FM1) Hoyr Trónd Arge siga frá sigursmálinum og dystarendanum HB-Maccabi Haifa 1-0 (1-0), og hoyr Símun Samuelsen taka samanum avrikið

 

 

##med2##

 

HB vann týdningarmiklan sigur fyri føroyskan felagsfótbólt, tá teir á Tórsvølli vunnu frálíkan 1-0 sigur á sterka ísraelska liðnum, Maccabi Haifa. Haifa vann tó fyrra dystin 7-2, men sigurin hjá HB í kvøld gagnast eisini HB til komandi summar, og ger møguleikan fyri, at liðið verður styrkismett til fyrsta undanumfarið í evropeisku kappingini komandi summar.

 

Sigursmálið skoraði Michal Przybylski tá 20 minuttir vóru farnir aftaná gott forarbeiðið hjá Daniel Johansen. 

 

HB – Maccabi Haifa 1-0 (1-0)

 

1-0: Michal Przybylski 20.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá sigursmálinum og dystarendanum.

 

2) Hoyr Símun Samuelsen, ið var viðmerkjari hjá FM1 í kvøld taka samanum eitt framúr gott HB-avrik, ið Símun lýsir vera eina frálíka fyrireiking til brakið móti KÍ á ovara vølli í Gundadali um seks dagar.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunkt frá dystinum við ísraelskum frásøgumanni.