FM1: Soleiðis vann HB greiðan sigur á AB

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar hjá HB og AB seta orð á 3-0 sigurin hjá HB á ovara vølli í Gundadali

##med2## 

 

HB vann í dag triðja sigurin á rað í Betrideildini. Í dag gekk tað útyvir AB, ið legði rygg til ein 0-3 ósigur á ovara vølli í Gundadali. 

 

HB hevur við 34 stigum seks stig upp til Víking á øðrum plássinum.

 

HB – AB 3-0 (1-0)

 

1-0: Hørður H. Askham 24.

 

2-0: Áki D. Samuelsen 49.

 

3-0: Stefan Radosavljevic 62.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1 

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 og Heðin Askham, viðmerkjara siga frá teimum trimum málunum.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Dalibor Savic.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Henrik Larsen. 

 

- Eg eri væl nøgdur við avrikið hjá spælarunum, sum í annaðkvøld fáa væl uppiborið fríkvøld frá venjing. So fara vit undir fyrireikingarnar til næstu avbjóðingina, sum verður á útivølli um eina viku ímóti EB/Streymi. Hjá mær og spælarunum snýr tað í løtuni seg ikki so nógv um støðutalvuna. Tað ræður um at fyrireika seg til næstu uppgávuna, og setningurin er at vinna allar dystirnar. So fáa vit í heyst at síggja, hvat endastøðan verður í landskappingini, og hvussu tað fer at roynast í steypakappingini. Vit arbeiða støðugt við at menna liðið, og avrikið í dag bar boð um, at tað gongur rætta vegin, sigur HB venjarin Dali Savic.

 

- Samanspælið var á góðari leið, og vit spældu okkum til fleiri heilt góðar møguleikar. Vit høvdu møguleika at leggja okkum á odda, áðrenn teir skoraðu fyrsta málið, og vit høvdu møguleika at javna til 1-1, áðrenn teir øktu um leiðsluna. Hvussu tað hevði tørnað út, um tað var eydnast at vinna mál úr teimum møguleikunum, fáa vit ongantíð at vita. Vit arbeiða miðvíst, og nú er næsta avbjóðingin, tá ið vit fáa vitjan av KÍ, sigur nýggi AB venjarin, Henrik Larsen. 

 

HB-AB 3-0 (1-0) Hoyr málini og samrøður við Dalibor Savic og Henrik Larsen

HB-AB 3-0 (1-0) Hoyr málini og samrøður við Dalibor Savic og Henrik Larsen