FM1: Tá VÍF-menn fullførdu seinna Føroyameistara-dusinið

(FM1) Hoyr dystarendan H71-VÍF 24-34 (14-13) og hoyr samrøður við fegnar VÍF-arar

##med2##

Vestmenningar hava fullført seinna dusinið. Mansliðið hjá VÍF vann ígjár 24. meistaraheiti í søgu felagsins.

Tað gjørdist veruleiki tá VÍF við einum rimmar avriki í seinna hálvleiki vann heili 34-24 á H71 í tí fjórðu FM-finaluni, ið var leikt í Hoyvíkshøllini ígjár. H71 var annars á odda 14-13 í steðginum, men H71 fór í svart í seinna hálvleiki, og VÍF spældi helst besta hálvleikin í hesum kappingarárinum. 

VÍF vann samlað 3-1 í FM-finaluuppgerðunum í Burn mansdeildini.

4. FM-finalan: H71-VÍF 24-34 (14-13)

Toppskjúttar H71: Peter Krogh 7, Djóni G. Joensen 5, Pætur Thomsen 4. 

Toppskjúttar VÍF: Hallur Arason 10, Filip Jojic 9, Heini á Heygum 5. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Endurhoyr dystarendan í Hoyvíkshøllini. Tróndur Arge segði frá og Teitur Joensen var viðmerkjari.

2) Hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við fegnar spælarar, venjara og onnur umboð fyri VÍF aftaná dystin. 

 

 

(H71-VÍF 24-34 (14-13) - Hoyr dystarendan og samrøður við fegnar VÍF-arar)