FM1: Teitur og André vænta tryggan spanskan sigur

(FM1) Tróndur Arge hevði í dag mannað fótbóltspanelið á FM1 við Teiti Joensen og André Olsen

##med2##

Fótbóltspanelið í dag snúði seg um EM-undankappingardystin millum Føroyar og Spania, ið byrjar á Tórsvølli klokkan 19.45 í kvøld. FM1 sendir upptakt frá klokkan 18.

Teitur Joensen og André Olsen mannaðu panelið í dag. Tróndur Arge var vertur.

Teitur og André fóru saman við Tróndi gjøgnum liðið sum er sett til dystin í kvøld.

Teitur M. Gestsson byrjar í málinum, meðan Árni Frederiksberg spælir sín fyrsta A-landsdyst frá byrjan. Í verjuni verða Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Atli Gregersen og Gilli Rólantsson Sørensen. Á miðvøllinum verða Árni Frederiksberg, Heini Vatnsdal, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Sølvi Vatnhamar. Og í álopinum frá byrjan verður Klæmint Andrasson Olsen.

Bonkur: Karstin Hansen, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Andrias Høgnason Eriksen, Rógvi Baldvinsson, Rene Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Meinhard Egilsson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen og Jóannes Bjartalíð.

Teitur og André vóna eitt gott føroyskt avrik, men teir eru avkláraðir um, at Spania fer at vinna ein tryggan sigur í kvøld.

Omanfyri ber til at hoyra fótbóltspanelið.

(Hoyr fótbóltspanelið)