FM1: Thomas Warner gestur í "Home & Away"

(FM1) Fjórða ensktmælta sendingin í røðini "Home and Away - With a Twist" verður á FM1 klokkan 10 í morgin

FM1 er farið í holt við at senda átta nýggjar partar við sendingunum "Home and Away", ið er sending á enskum, tó hesaferð “with a twist”, sum verturin málber seg

Í hesum sendingum prátar verturin, Stella Zachariassen við eftirkomarar, t.v.s. vaksin børn, har annað av foreldrunum eru tilflytarar. 

Sendingin er á FM1 hvønn mikumorgun klokkan 10.

Í morgin klokkan 10 er Thomas Warner gestur. Pápi Thomas er onglendingur og mamman er føroysk, og fer Thomas at lýsa tey bæði londini, Ongland og Føroyar, og tær báðar mentanirnar, ið hava myndað hann. 

Øll kunnu hoyra FM1 HER