FM1: Toppuppgerð og grannauppgerð á breddanum í Fótbóltspanelinum

(FM1) Gestir í Fótbóltspanelinum á FM1 í dag vóru Teitur Joensen, Sonni L. Petersen og Jákup á Borg

##med2##

 

Teitur Joensen var gestur í studio hjá Tróndi Arge, ið eisini ringdi til Sonna L. Petersen og Jákup á Borg í sendingini Fótbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag.

 

Oddauppgerðin millum NSÍ og KÍ við Løkin í Runavík í annaðkvøld klokkan 19, og grannauppgerðin 2. hvítusunnudag millum B36 og HB á Tórsvølli klokkan 15 komu undir luppin í Fótbóltspanelinum í dag.

 

Teitur Joensen metti um allar dystirnar í Betrideildini komandi umfarið, og hann fekk eisini quiz-spurningar frá lurtarum kring landið. 

 

12. umfar sær soleiðis út: 

 

Leygarkvøldið klokkan 19: NSÍ-KÍ (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1)

 

Sunnudagin klokkan 15: B36-HB (Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1)

 

Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-EB/Streymur (Teitur Joensen sigur beinleiðis frá dystinum á FM1)

 

Sunnudagin klokkan 15: TB-ÍF

 

Sunnudagin klokkan 16: B68-07 Vestur

 

Øll kunnu hoyra frásagnirnar á www.midlar.fo

 

(Fótbóltspanelið 21. maj. Gestir: Teitur Joensen, Sonni L. Petersen og Jákup á Borg)