FM1: Vónríkir starvsnevndarlimir hjá KÍ í Dublin

(FM1 í Dublin) Hoyr tað sum Tummas Lervig, formaður, Kaj Dam, Rói Clementsen, Jákup Eydnugarð og Hilmar Danielsen høvdu at siga seinnapartin

##med2##

Í kvøld klokkan 19.30 er sannleikans tími hjá KÍ. Tá byrjar Play Off dysturin til Europa League bólkaspælið millum Dundalk FC og KÍ á Aviva leikvøllinum í Dublin. 

Petur Asbjørn Lervig sigur beinleiðis frá dystinum á FM1 frá klokkan 19.25. Byrjað verður at senda klokkan 18.30. Ragnhild Ellingsgaard verður reportari við Djúpumýru.

ØLL kunnu hoyra FM1 HER

Seinnapartin savnaði Petur Asbjørn Lervig starvsnevndarlimirnar hjá KÍ inni í kamarinum hjá Kaj Dam, og har tóku teir eina heilt serliga felagsmynd.

Tummas Lervig, formaður og Kaj Dam, Rói Clementsen, Jákup Eydnugarð og Hilmar Danielsen eru allir vónríkir um, at tað fer at koppa til KÍ í kvøld.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra hvat nevndarlimirnir í KÍ søgdu í beinleiðis sending á FM1 seinnapartin í dag. 

 

(Samrøða úr Dublin dystardagin: ummas Lervig, formaður og Kaj Dam, Rói Clementsen, Jákup Eydnugarð og Hilmar Danielsen)