FM1: Víkingar eru ósigraðir seinastu átta dystirnar

(FM1) Hoyr málini sum komu í dystinum Víkingur-07 Vestur 4-1 (3-1) og samrøður við Bárð á Reynatrøð, málverja hjá Víkingi og Høgna E. Nielsen hjá 07 Vestur

Bárður á Reynatrøð og liðfelagarnir í Víkingi hava ikki tapt í átta teimum seinastu dystunum í Betrideildini

Bárður á Reynatrøð og liðfelagarnir í Víkingi hava ikki tapt í átta teimum seinastu dystunum í Betrideildini

##med2##

 

Víkingur hevur ikki tapt átta teir seinastu dystirnar í Betrideildini. Seinasta tapið var fyri greiða oddaliðnum KÍ á heimavølli 14. apríl. Síðani tá hevur Víkingur vunnið seks dystir og hava spælt tveir javnar.

 

Í dag var Víkingur greitt omaná longu í fyrra hálvleiki móti 07 Vestur í Sarpugerði, og tá skoraði Víkingur enntá fyri 07 Vestur. Víkingur vann 4-1 aftaná hálvleiksstøðuna 3-1.

 

Víkingur – 07 Vestur 4-1 (3-1)

 

1-0: Olaf Bárðarson 12.

 

2-0: Olaf Bárðarson 20.

 

3-0: Sølvi Vatnhamar br 43.

 

3-1: sjálvmál 45.

 

4-1: Jákup Johansen 74.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr Trónd Arge, frásøgumann hjá FM1 siga frá teimum fimm málunum sum komu í Sarpugerði í dag.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við málverjan hjá Víkingi, Bárður á Reynatrøð sum undirstrikar, at tað hevði sera stóran týdning hjá Víkingi at vinna aftaná hinir Europa Conference biðlarnir, HB, NSÍ og B36 høvdu vunnið sínar dystir.

 

3) Hoyr samrøðuna Tróndur gjørdi við Høgna Egilstoft Nielsen sum viðgongur, at tað sá ikki so gott út hjá 07 Vestur í dag, men framtíðarvánirnar hjá felagnum eru kortini heilt góðar.

 

 

 

Bárður á Reynatrøð og liðfelagarnir í Víkingi hava ikki tapt í átta teimum seinastu dystunum í Betrideildini

Bárður á Reynatrøð og liðfelagarnir í Víkingi hava ikki tapt í átta teimum seinastu dystunum í Betrideildini

(Víkingur-07 Vestur 4-1 (3-1) - Hoyr málini og samrøður við Bárð á Reynatrøð og Høgna Egilstoft Nielsen)

(Víkingur-07 Vestur 4-1 (3-1) - Hoyr málini og samrøður við Bárð á Reynatrøð og Høgna Egilstoft Nielsen)