Í Norðurlandahúsinum eru tey nú farin undir at handa virðislønirnar í opna bólkinum. Fyrsta virðislønin er fyri ársins útgávu ella konsert.
Kosni vinnarin er At the Heart of a Selkie, sum Eivør Pálsdóttir og DR Big Band góvu út í januar.
Útgávan er søgnin um Kópakonuna, sum Marjun Syderbø Kjelnæs og Eivør Pálsdóttir fortelja í nýggjum hami, saman við Peter Jensen og DR Big Band.
Tað var Barbara á Tjaldrafløtti, umboðandi Tryggingarfelagið Føroyar, sum handaði Eivør heiðurin.
Hetta er aðru ferð, at Eivør er við á útgávuni, sum verður mett ársins besta í opna bólkinum. Í 2015 fekk Høvdingar Hittast hjá Gavin Bryars heiðurin. Eivør Pálsdóttir og Rúni Brattaberg sungu á tí útgávuni.
Í fjør fekk útgávan Danish & Faroese Recorder Concertos hjá Michalu Petri og Aalborg Symphony Orchestra virðislønina.
Hini tilnevndu í ár vóru:
Confessions hjá Nico Muhly & Teituri
Røtur og trø hjá Tjant
Symphony No. 2: The Earth Anew hjá Sunleifi Rasmussen
Vað hjá Orka