Tey sjónarmið FNU hevur ført fram um Eiðisverkætlaninar eru enn tey somu, men verkætlanin er eisini hin sama, nevniliga ein skjótt 25 ára gomul ætlan, ið ikki er dagførd ella uppdaterað til nútíðar krøv um fremjan av burðadyggum verkætlanum. Helvtin av verkætlanini er framd við sera stórum og óheppnum avleiðingum fyri náttúru og fólk í økinum, og føroyingum annars og vitjandi, ið hava mist stór virði.
FNU heppnaðist at steðga byrjanina av verkætlanini har Fjallavatn stóð fyri neyðtøku. Síðan kom Eiðisverkætlanin har sjón nú fæst fyri søgn. Øll orsøk er at halda orðaskiftið heitt kring vatnorku- og gagnnýtslu av náttúrutilfeingið, og er tað ongantíð meira týdningarmikil enn júst í hesum tíðum, og eigur orðaskiftið tí á ongan hátt at enda. At Hákun kundi hugsa sær at alt bleiv tagt í hel, er nokk ein onnur søga, men tað eru ikki bara 5 fólk í FNU sum ikki stuðla undir Eiðsverkætlanunum, og harafturat hava vit frælsið at skriva, savnast í áhugafelagsskapum, og tosa frítt um øll samfelagsins mál.
Viðvíkjandi útlátum av vakstrarhúsgassum frá byrgingum her í landinum, er víst til at neyvar kanningar ikki eru gjørdar, men at aðrar útlendskar kanningar seta spurnartekin við hvussu “grøn” vatnorka í verunleikanum er.
Nei, einasta orsøk til at vit fingu 3 myllur í privatum rakstri fyri 6 árum síðan var orkuráðstevnan og at táverandi landsstýrismaðurin gav harraboð til SEV at geva íbindingarloyvi, annars bleiv lógaruppskot lagt inn á ting. Tað sær ikki gott út at ravmagnsfelagið onga verunliga nútíðar myllu hevur sett upp í 12 ár. Undanførðslur trotu ikki. Eingin vindmylluframleiðari, næst kundi eingin krani finnast sum kundi seta myllur upp o.s.v. Vit hava fingið elveitingarlóg og annan stovn at viðgera orkumál og aðrir aktørar eru ini í myndini. Tað gongur rætta vegin hartil at netið verður sjálvstøðugt felag og SEV einskilt. Nýggj náttúrufriðingarlóg er á veg og einkarrættur SEV´s at taka áir og vøtn er horvin um 3 ár. Ljós er fyri stavn og vit hyggja við gleði fram til tann dagin.
Framleiðslukostnaður av ravmagni frá nýggjum vindmyllum av tí slagnum settar eru upp kostar um 25 oyri pr. kilowatt. At SEV so keypir frá Røkt fyri 40 oyru er nakað annað.
Sjóvarfallsorkuverkætlanin var klár at seta í verk við umsókn til ES stuðulsgrunnin, og allir luttakarar vóru funnir. At Hákun so heldur tað er í fínasta ordan at einstaklingur skal leggja tveir mánaðir til viks uttan inntøku fyri at fremja hesa umsókn, verður hansara peronliga meting.
Helt annars at tað var Røkt sum tókst við pumpuverkætlan og ikki SEV og Jarðfeingi. Kostnaður okkara fyri ravmagn er ein hin stórsti í Europa og er orsøkin tær ovurstóru íløgur SEV hevur framt. At ráðgeving og vegleiðing frá óheftum stovnum sum Risø, Berdal og Orkuáðnum ikki verða tiknir í álvara gevur okkum m.a. tann trupulleika at SEV aftur nú vil økja kostnaðin fyri ravmagn.
Sjálvandi er tað óheppi fyri SEV at vit uttan trupulleika kunnu seta 8MW av vindorku afturat verandi 6 myllunum – í staðin fyri Eiði 2. Sakligar og fakliga undirbygdar grundgevingar kunnu ikki meira rættvísgera Eiði 2 ætlanina, men trupult er sjálvandi hjá stjóranum at góðtaka at áhugafelag soleiðis blandar seg upp í málið. FNU hevur sum aðalmál at lýsa ágang á náttúruvirðini, og ætlar at halda fram á sama hátt. Um Hákun Djurhuus er vorðin firtin inn á FNU og undirritaða verður hann um tað. Hygg frameftir Hákun, far eftir bóltinum og málinum, og lat teg ikki órógva av manninum – hann er uttan týdning fyri sakina !