– Endamálið við umskipanini er at skapa greidleika um ábyrgdarbýtið millum tveir leiðarar, har ógreiði og manglandi samskipan og samstarv um felags barsilsøkið hevur valdað síðstu mongu árini, tí hava vit skift Føðideildina sundur í eina burðardeild og eina barsilsdeild.
Tað sigur Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, eftir at jarðarmøður á Landssjúkrahúsinum í kvøld hava sent út tíðindaskriv, har tær finnast harðliga at avgerðini hjá sjúkrahússtjóranum.
Les eisin: Sjúkrahússtjórin tveitt ljósmøður út av føðideildini
Sjúkrahússtjórin sigur, at bæði ljósmøðurnar og sjúkrarøktarfrøðingarnir á Føðideildini hava gjørt vart við manglandi virðing og samstarv um felags ábyrgdarøkir.
– Harumframt vísti IKAS (akkrediteringsstovnur) okkum her í februar á, at ógreidleiki valdaði um ábyrgdar- og uppgávubýtið, sigur Johnny í Grótinum.
Hann staðfestir, at ljósmøðurnar kundu hugsað sær at fingið leiðsluábyrgdina av øllum økinum, bæði viðgongu, føðing og barsil.
– Men vit hava valt at lata leiðandi ljósmóðrina hava leiðsluábyrgd av viðgongu og føðing, har tær hava sína spíðskompetansu. Deildarsjúkrarøktarfrøðingurin fær leiðsluábyrgd av barsil og ov tíðliga føddum og sjúkum pinkubørnum, har røktin og fyribyrging er í hásæti, sigur hann og heldur fram:
– Reint menniskjansliga skilji eg væl ljósmøðurnar, at tær eru skuffaðar av, at leiðandi ljósmóður ikki fekk leiðsluábyrgdina av øllum, men tað er einki sum forðar ljósmøðrunum í at starvast á barsilsdeildini, hóast ein sjúkrarøktarfrøðingar hevur leiðsluábyrgdina har. Hetta er púra vanligt í grannalondum okkara.
– Higartil hevur tað einamest verið sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava tikið sær av barsilsøkinum, so talan er als ikki um nakra stóra kollvelting, tí er tað eisini beinleiðis skeivt, tá ljósmøðurnar vilja vera við, at umskipanin setir barnakonur í eina ótrygga støðu. Tvørturímóti metti eg tað vera váðafult at lata standa til við ógreiða ábyrgdarbýtinum millum leiðarnar á deildini. Tað vísti danski akkrediteringsstovnurin okkum eisini á í síni frágreiðing eftir vitjan teirra í februar, sigur sjúkrahússtjórin.
Nýggja skipanin av virkseminum á føðiøkinum verður galdandi restina av árinum og verður leypandi eftirmett og tillagað, um tað vísir seg at vera nakrir ógreidleikar, sigur hann.