Føroya Arena fær umrøðu kring norðurlond

Stórir norðurlendskir hondbóltsmiðlar geva Føroya Arena ans

 

 

Mynd: torshavn.fo

Ígjár var hakin settur í fyri Føroya Arena við nýggja innkomuvegin til Havnar. Sáttmáli varð undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Articon um byggingina tann 29. september, og eftir ætlan skal høllin standa klár í 2025.

 

Verkætlanin hevur vakt ans hjá norðurlendskum hondbóltsmiðlum.

 

Stóri svenski hondbóltsmiðilin, handbollskanalen.se skrivar m.a. : - Elias á Skipagøtu, Óli Mittún og hinar stjørnurnar hjá Føroyum fáa skjótt eina nýggja arena til teirra heimadystir í Tórshavn. Nú er arbeiðið byrjað uppá byggingina av Føroya Arena, ið er ein arena sum skal vera liðugt bygd í 2025. Føroyar eru á veg fram innan hondbólt, serliga hjá monnunum, og tað er bara ein spurningur um tíð áðrenn landsliðið vinnur seg til eitt endaspæl.     

 

##med2##

 

Stóri íslendski hondbóltsmiðilin, handbolti.net skrivar m.a. : - Gleðisdagur var í Tórshavn í Føroyum ígjár, tá fyrsti spakin var settur í til bygging av tjóðarhøll fyri innanduraítróttir í Hoyvík. Høllin hevur verið í umbúna í eina tíð, og eftir, at fíggingin var útvegað var klárt at byrja. Eftir ætlan skal tjóðarhøll føroyinga lata upp árið 2025, og tá vera tey leys av høllini á Hálsi, ið er ein høll sum hoyrir til eina aðra tíð. 

 

##med3##

 

 

 

Mynd: torshavn.fo