Ellisakfarið í Sosialinum: Føroya elsti bilur – 99 ára gamal Ford

Rasmus Rasmussen í Kollafirði eigur elsta bil í Før­­oyum. Talan er um ein Ford T frá 1926. Hans Elm­ar Poulsen í Vatnsoyrum innflutti bilin í 2007

Bilurin er 99 ára gamal og hevur 2,9 litra motor við 2-gear-um og 20 hk.

 

Bilurin er rættiliga annarleiðis at koyra, enn teir bilar vit kenna í dag. Hann hevur tríggjar pedalar í dúrkinum. Tann vinstri pedalurin er til 1. gear. Við at flyta hondbremsuna for fram, fer bilurin í 2. gear. Mittasti pedalurin er til bakkgear, og høgri pedalurin er fótbremsan.

 

Eisini á rattstammuni er alt øðrvísi. Høgri armur, sum van-liga er til viskararnar, er spitarin, og vinstri armurin, sum vanliga er til blunkljósini, er til at stilla tendringina alt eftir um bilurin koyrir í mótbrekku, undanbrekku ella á sløttum.

 

Fyrsti bilur í Føroyum var ein Ford T

 

Tað var tann 6. mai í 1922, at fyrsti bilur í Føroyum varð skip-aður upp á land á Kongabrúnni í Havn. Hetta var ein Ford TT lastbilur.

 

Tað vóru teir báðir Johannes Olsen og Júst Sivertsen í Havn, ið keyptu bilin, sum hendan dagin kom við ferða-manna-skip-i-num hjá DFDS, S/S Island, sum lá fyri teym á Havn-ar-vág. Stór skip fingu tá ikki lagt at bryggju í Havn.  Tað vóru Wen-zel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum seldu bilin.

 

Ford T vóru framleiddir av Ford Motor Company í USA frá 1908 til 1927. Í 1913 bleiv Ford T, sum tann fyrsti bilur í heim-i-num, framleiddur á samlibandi.   

 

Tá Ford T fór av samlibandinum í 1927, vóru framleiddir 15 mill-iónir bilar. Ford T hevði met sum mest seldi bilur í heim-i-num heilt til 1972, tá VW boblan tók metið sum heims-ins mest seldi bilur.

 

Lesið meira í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

 

##med21##