Grein úr Sosialinum 30. mai 2025:
Bilurin er 99 ára gamal og hevur 2,9 litra motor við 2-gearum og 20 hk.
Bilurin er rættiliga annarleiðis at koyra, enn teir bilar vit kenna í dag. Hann hevur tríggjar pedalar í dúrkinum. Tann vinstri pedalurin er til 1. gear. Við at flyta hondbremsuna for fram, fer bilurin í 2. gear. Mittasti pedalurin er til bakkgear, og høgri pedalurin er fótbremsan.
Eisini á rattstammuni er alt øðrvísi. Høgri armur, sum vanliga er til viskararnar, er spitarin, og vinstri armurin, sum vanliga er til blunkljósini, er til at stilla tendringina alt eftir um bilurin koyrir í mótbrekku, undanbrekku ella á sløttum.
Fyrsti bilur í Føroyum var ein Ford T
Tað var tann 6. mai í 1922, at fyrsti bilur í Føroyum varð skipaður upp á land á Kongabrúnni í Havn. Hetta var ein Ford TT lastbilur.
Tað vóru teir báðir Johannes Olsen og Júst Sivertsen í Havn, ið keyptu bilin, sum hendan dagin kom við ferðamannaskipinum hjá DFDS, S/S Island, sum lá fyri teym á Havnarvág. Stór skip fingu tá ikki lagt at bryggju í Havn. Tað vóru Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum seldu bilin.
Ford T vóru framleiddir av Ford Motor Company í USA frá 1908 til 1927. Í 1913 bleiv Ford T, sum tann fyrsti bilur í heiminum, framleiddur á samlibandi.
Tá Ford T fór av samlibandinum í 1927, vóru framleiddir 15 milliónir bilar. Ford T hevði met sum mest seldi bilur í heiminum heilt til 1972, tá VW boblan tók metið sum heims-ins mest seldi bilur.
Ford T vitjan fyri 20 árum síðan
Tað vakti ans í Havnargøtum annan hvítusunnumorgun í 2005, tá 10 gamlir Fordar koyrdu gjøgnum býin og allir parkeraðu í Vágsbotni. Tað var sum at síggja brot úr donsku sjónvarpsrøðini Matador.
Talan var um eitt danskt ferðalag við limum í felagnum Dansk Ford T Klub, sum Hans Elmar Poulsen var limur í og hevði bjóðað til Føroyar, tá ið hann árið framman undan hevði verið og vitjað og koyrt felagstúrar saman við teimun í Danmark við sínum messing Ford T frá 1915. Teir komu við Norrønu við níggju Ford T. Saman við einum Ford T hjá Hans Elmari í Vatnsoyrum vóru teir 10 í tali. Hetta vóru nakrir sera áhugaverdir bilar.
Elsti bilurin í danska ferðalagnum var ein Ford T frá 1914, hinir eru frá 1920-unum. Onkrir høvdu einans galesju til tak, meðan teir flestu vóru innilokaðir.
Gomlu bilarnir vóru at síggja nógvastaðni kring landið sum t.d við Gjógv og á Viðareiði. Tá var Norðoyatunnilin ikki komin.
Ferðaleiðari á túrinum var Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum, ið sjálvur var limur í Dansk Ford T klub. Hans Elmar hevði eina stóra samling av ellisakførum, tá ið hann hevði flest vóru 12 bilar í garasjuni í Vatnsoyrum. Av teimun øllum var hann glaðast fyri sín Messing Ford T frá 1915, sum hevði verið 110 ár í dag.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
Ford T treff í Vágsbotni
Fyri 20 árum síðani var eitt Ford T »treff« í Vágsbotni – tá 10 Ford T bilar vitjaðu Miðlahúsið.
Sosialurin skrivaði soleiðis 19. mai í 2005:
Við Norrönu mánadagin kom eitt danskt ferðalag við nøkrum sera áhugaverdum bilum á vitjan. Talan er um 9 Ford T, har tann elsti er frá 1914
Teir vaktu stóran ans í Havnargøtum mánamorgunin 16. mai 2005, teir 9 gomlu Fordarnir, ið koma við Norrönu.
Ferðalagið var á Sjómannsheiminum til morgunmat, áðrenn tey vitjaðu í Miðlahúsinum, har Ford T fólkini fingu kaffi.
Elsti bilurin í danska ferðalagnum er ein Ford T frá 1914, hinir eru frá 20-unum. Onkrir høvdu einans galesju til tak, meðan teir flestu vóru innilokaðir.
Ferðalagið fór fyrst í Norðoyggjar, har tey búgva á Viðareiði í tríggjar dagar, síðan fara tey til Gjáar, har tey skulu gista einaferð.
Frá fríggjadegnun 21. mai til hósdagin 26. mai, tá tey fara heim aftur til Danmarkar, búgva tey á Vallarheiminum við Hotel Føroyar í Havn.
Ferðaleiðari á túrinum er einasti føroyski limurin í Dansk Ford T klub, Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum, ið sjálvur hevur ein Ford T frá 1915.
##med21##
Fyrsti bilur í Føroyum var ein Ford T
Føroya fyrsti bilur var hesin Ford TT frá 1922, sum teir báðir havnarmenninir keyptu frá Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen í 1922. Hann kom til landið við DFDS ferðamannaskipinum »Island« tann 6. mai í 1922. Tá vóru nógv fólk komin oman á Kongabrúnna at síggja hetta nýggja vidundrið. Hann bleiv fergaður í land á einum prámi og skumpaður eftir einum skráa, sum var gjørdur í laðingini á Kongabrúnni til at fáa vørðu í land, sum vanliga ikki var so tung sum ein heilur bilur.
Eingin dugdi at koyra bilin – av góðum grundum. Men har vóru nógv fólk, sum síðani skumaðu hann niðan í smiðjuna hjá Wenzel Petersen og Vilhelm Nielsen, sum var í húsunum hjá Wenzeli í Quillingsgarði í Erling Jalsgøtu, har Lív hevur hildið til seinastu árini, og har Heilsumálaráðið fer at halda til seinni í ár.
Oluffa í Gongini (1912-2000) hevur greitt okkum frá, at hon var á Kongabrúnni hendan dagin. Johanens Olsen og hon vóru systkinabørn, og hann vaks upp inni hjá teimu undir Kletti, so hon visti alt um, at bilurin skuldi koma hendan dagin.
Hon greiddi frá, at Johannes var tann fyrsti, sum koyrdi. Hon segði eisini, at tað var danin, William Planck (pápi Viggo Planck), sum lærdi hann at koyra.
Ta fyrstu tíðina var tað bara Hannes, sum koyrdi, segði Luffa.
##med22##
William Planck var komin til Føroya árið fyri sum ferðandi handilsmaður, og hann hevði lært at koyra bil, áðrenn hann kom til Føroya.
Og soleiðis bleiv tað hann sum lærdi teir fyrstu havnarmenninar – og harvið føroyingarnar – at koyra bil.
































