Føroya Myndakalendari 1999 er útkomin.
Hetta er 19. árið at Føroya Myndasavn gevur út kalendarin og aftur hesaferð mugu vit staðfesta, at talan er um ein sannan dýrgrip.
Litfagrar landslagsmyndir fangaðar av myndamanni við einum ótrúliga góðum eyga fyri slíkum.
Forsíðan á kalendaranum er tikin við Grunstaðsgjógv í Vágum, við Vestmannabjørgunum í baksýni.
Stak vakrar myndir
Myndakalendarin er av sonnum ein fragd fyri eyga.
Myndirnar eru stak vakrar. Forsíðumyndin vísir hvussu stórsligið landslagið er.
Tvær loftmyndir eru tiknar á vetrartíð og eru serstakliga vakrar. Hvítt av kava og stórbær standa fjøllini.
Onnur teirra er tikin í Norðoyggjum og hin vísir Stórafjall og Støðlafjall við Gøtunum í baksýni.
Eisini eru onkrar myndir tiknar úr tyrlu á summartíð, og ikki nýtist at siga frá at eisini tær eru sera snøggar.
Til føroyingar
og ferðandi
Myndakalendarin er eitt framúrskarandi amboð hjá ferðavinnuni.
Her verða Føroyar vístar frá sínari vakrastu síðu og tað er einki at ivast í, at fremmana fólk fáa hug at vitja land okkara tá tey síggja slíkar vakrar myndir.
Tað eru tó ikki bara ferðafólkini sum fáa gleði av kalendaranum. Nógvir føroyingar uttanlands hava kalendaran hangandi og tá »heimlongsul« kemur á, er gott at hava ein so vakran kalendara at hyggja at.
Men myndakalendarin verður eisini brúktur til annað.
Á baksíðuni er sum vanligt ein rúgva av praktiskum upplýsingum um Føroyar og tað skal sigast útgevarunum til rós, at teir brúka dagførdar upplýsingar.
Teksturin er skrivaður bæði á enskum og donskum.
Prentaður í Íslandi
Eins og undanfarin ár er Føroya Myndakalendari 1999 prentaður í Íslandi.
Prenttjónustan og Oddi í Reykjavík hava staðið fyri prentingini og arbeiðið ver væl úr hondum greitt.