Føroya sterkasti fær styrk frá SvF

Sterkir menn: Regin Vágadal hevur gjørt sponsoravtalu við Sjónvarp Føroya, sum aftur fyri fær øll rættindi til higartil størstu kapping innan styrki, sum hevur verið í Føroyum

Føroya sterkasti maður fær nú styrk frá Sjónvarpi Føroya, sum hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Regin Vágadal.

Sáttmálin er gjørdur í sambandi við kappingina Atlantic Giant, sum skal vera á ólavsøku, og har nakrir av heimsins sterkastu monnum skulu vera við.

Talan er um eina sonevnda Grand Prix-kapping, sum er góðkend av altjóða sambandinum IFSA. Og tað verður ikki hvør sum helst, sum kemur til Føroya á ólavsøku í ár. Millum sterku menninar kunnu nevnast so kend nøvn sum Magnus Ver Magnusson úr Íslandi, Riku Kiri úr Finnlandi, Heinz Ollesch úr Týsklandi, Flemming Rasmussen úr Danmark, Berend Veneberg úr Hollandi og Magnus Samuelsson úr Svøríki. Hesir eru í avgjørda heimstoppinum, tá tað ræður um styrki. Og dómarin er eisini kendur. Hann eitur Manfred Hoeberl og er úr Eysturríki.

Kappingin er sum nevnt góðkend av altjóða sambandinum fyri styrkiskappingar IFSA, og og av tí at øll tey sterkastu nøvnini vera við, hevur IFSA gjørt av, at Atlantic Giant verður ein av tilsamans bert fýra altjóða Grand Prix-kappingum í 1998.

Fyrireikararnir umhugsa at lata Atlantic Giant gerast eitt afturvendandi tiltak, sum við jøvnum millumbilum setir Føroyar á heimskortið, eins og eitt nú Heimsins Sterkasti Víkingur, sum er afturvendandi kapping í Danmark.

Fyri at fáa so nógvar áskoðarar sum gjørligt er avgjørt at hava kappingina uttandura ? á ovara graslíkisvøllinum í Gundadali. Vanliga er fótbóltur á ólavsøku, men av tí at bæði HB og B36 skulu spæla Europa Cup-fótbólt júst um ólavsøkumundið og tískil ikki kunnu gera nakað serligt burtur úr ólavsøkuni í ár, ber tað til at hava kappingina á ovara vølli. Tað er HB, sum í ár eigur rættindini til vøllin ólavsøkuaftan, og Regin Vágadal hevur gjørt eina avtalu við HB um at kunna brúka vøllin tann 28. juli.

Sostatt verður helst eingin fótbóltur at síggja í høvuðsstaðnum ólavsøkuaftan í ár, men kappingin Atlantic Giant er uttan iva eins áhugavert tiltak hjá havnarfólki og ólavsøkugestunum at fara til.

Ætlanin er at kappast í fleiri av teimum kendu og týðandi greinunum, eitt nú Wheel Flip, Crucifix, Deadlift, Loading Event, Weight Carry og Barrel Hold.

? Tað er soleiðis, at um IFSA skal góðkenna greinarnar, sum eru við. Um ikki, hevði eg bert kunnað valt tær greinarnar út, sum eg eri best til, men tað ber altso ikki til, sigur Regin Vágadal.

Regin sigur, at av tí, at Atlantic Giant verður á ólavsøku, verður kappingin Føroya Sterkasti Maður, sum hevur verið á ólavsøku seinastu árini, helst ikki til nakað í ár. Regin hevur vunnið hesa kappingina hvørjaferð, síðani hon var fyrstu ferð, og um rætt skal vera rætt, er ilt at fáa eyga á nakran, sum kann hótta hann í ár heldur, so á tann hátt hevur kappingin ikki so nógv upp á seg.


Til Onglands at venja

Av tí at tað ikki er nakar í Føroyum, sum kann geva Regin kapping, hevur hann leitað eftir møguleikum fyri at venja uttanlands. Íslendingurin Magnus Ver Magnusson bjóðaði herfyri Regini at koma til Íslands at venja saman við sær, men sterki íslendingurin hevur nógv um at vera, so tann ætlanin er løgd á hillina fyri fyrst. Í staðin ætlar Regin Vágadal sær um ein góðan mánað til Sheffield í Onglandi at venja í ein mánað.

Og tað verður ivaleyst eisini neyðugt hjá Føroya sterkasta manni at vera í bestu venjing, tá heimsins risar koma at vitja hann á ólavsøku.