Føroya Tekniska Lærarafelag stovnað

.

Leygardagin tann 20. sep-tember 1997 var stovnandi aðalfundur á Tekniska Skúla í Klaksvík. Felagið ið varð stovnað, er Føroya Tekniska Lærarafelag, stytt FTL. Á fundinum luttaka umboð fyri Dansk Teknisk Lærerforbund, stytt DTL. Umboðini fyri DTL eru: Jens Henning Ravnsmed, formaður, Svend Erik Christensen og sekretariatschef Søren Kure.

Síðan mitt í sjeyti árunum hava lærararnir á teknisku skúlunum verið limir í DTL. Í 1989 var samráðingarrætturin yvirgivin til eina samráðingarnevnd, ið taldi 2 umboð frá hvørjum av teim báðum teknisku skúlunum í Føroyum. Farið var beinanvegin undir at samráðast um ein føroyskan sáttmála og var hesin undirskrivaður í 1994.

Síðan hevur samráðingarnevndin fingið avtalu um skipað viðurskifti viðvíkjandi setan í starv og eftirlønarviðurskifti á skúlunum. Samráðingarnevndin luttekur í samstarvinum við tey 20 feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Við stovnanini av FTL, yvirtekur felagið samráðingarrættin við Føroya Landsstýri. FTL hevur samráðingarrættin fyri undirvísarar, skúlastjórar, skúlaheimsleiðarar og skúlaheimsassistentar. FTL hev-ur eina samstarvsavtalu viÐ DTL, ið tryggjar limum tess full limarættindi í DTL.

Nevndin í FTL er sett soleiðis saman: hon telur 4 limir, tveir valdir av limunum í Klaksvík og tveir valdir av limunum í Tórshavn.

FTL hevur, nú tað varð stovnað, um 40 limir.