Føroya Tele biðir um umbering

Stjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, harmast mistak og biðir um umbering.

Føroya Tele arbeiðir nú við at seta barnapornofiltrið til aftur. Hetta filtrið skal forða fyri, at fólk av óvart fara inn á síður við barnapornografiskum tilfari.

 

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa filtrið dagført. Filtrið hevur tískil verið óvirkið eitt tíðarskeið, men nú verður tað sett í verk aftur.

 

- Í samband við, at skipanin varð royndarkoyrd, hendi ein feilur í nakrar minuttir fyrrapartin. Hetta hevði við sær, at fólk, ið fóru inn á heilt vanligar síður, fingu eina ávaring um, at tey vóru á veg inn á eina síðu við barnapornografiskum tilfari.

 

Stjórin í Føroya Tele, Jan Ziskasen, harmast almikið um mistakið og biðir um umbering fyri, at fólk hava fingið ampa av hesum.

 

Stjórin leggur dent á, at Føroya Tele vil, at fólk skulu kunna ferðast so trygt sum gjørligt á internetinum, og tí verður nógv lagt fyri at fáa hetta filtrið at rigga so væl sum gjørligt.

 

- Tí hevur tað stóran týdning fyri okkum, at vit kunnu seta eitt barnapornofiltur skjótast gjørligt, ið er so effektivt, sum yvirhøvur til ber, so vit kunnu tryggja okkara kundum ímóti at fara inn á síður við barnapornografiskum tilfari, sigur Jan Ziskasen.