Føroyaleikir skotnir í gongd í dag

Føroyaleikir, ið byrjaði sum eitt alternativ til Oyggjaleikir, fór í gongd í dag

Fyrstuferð Føroyaleikir vórðu hildnir varð í fjør. Eftir at Oyggjaleikirnir, ið skuldu leikast í Guernsey í 2021 blivu avlýstir, varð greitt at Oyggjaleikir ikki vórðu aftur fyrrenn í 2023. Tí tók ÍSF stig til at stovna Føroyaleikirnar, sum eitt alternativ til Oyggjaleikirnar. Hetta er annað árið á rað, at Føroyaleikir eru á skránni. Framyvir er ætlanin at hava Føroyaleikir annaðhvørt ár – tá Oyggjaleikir ikki eru.

 

Seks ítróttagreinar eru á skránni í dag:

 

Tennis í Gundadali. 09:00-22:00

 

Ríðing undir Kráarheyggi. 18:00-20:00

 

Badminton í Stórhøllini 19:00-21:00

 

Pool í Landskrona barr. 19:00-23:00

 

Kurvabóltur í skúlanum á Argjahamri. 20:00-21:00.

 

Borðtennis í Hoyvíkshøllini. 20:00 – 21:00

 

 

 

Føroyaleikir verða leiktir í fýra býum, og tí verða tað fýra setanir. Fyrsta setanin verður í kvøld klokkan 18:00 í Gundadali. Í morgin verða leikirnir settir í Klaksvík. Tað verður klokkan 16:30 við parkeringsøki við Effo. Leygardagin verða leikirnir settir í Runavík og í Vági. Í Vági verður byrjað klokkan 10:00 uttan fyri VB-húsið, og í Runavík byrjar setanin klokkan 10:30 uttan fyri Bylgjuna.

 

Áleið 2000 luttakarar fara at kappast í 20 kappingum, og tað er ókeypis atgongd at fylgja við í hesum kappingunum, ið Føroyar koma at verða karmur um fram til 3. juli.