Atli Gregersen og Árni Nóa Atlason hjá Víkingi tóku í kvøld heimsmetið - sambært altjóða fótbóltssøgufrøðinga og hagtalsfelagsskapinum, IFFHS - frá feðgunum Jákupi N. Mikkelsen og Poul N. Mikkelsen, ið spældu 35 dystir saman við ÍF í 2013 og 2014.
Við 36 almennum kappingardystum eiga Atli og Árni Nóa nú heimsmetið, og fyri hvønn dyst teir spæla saman økja teir um metið.
Hjartaliga tillukku við metinum frá okkum í Miðlahúsinum!
Her er yvirlitið hjá IFFHS við feðgum, ið hava spælt kappingardystir saman í einum FIFA-limalandi:
PÁPAR | OG SYNIR | LIÐ | FELAGAR | (FEÐGAR) | ||||
Pápi: | Sonur/synir: | Tjóð: | Lið: | Tíðarskeið: | Dystartal: | Dystir saman: | Aldursmunurin millum pápa og son: | |
1 | Kelly Foster | Arthur Colin Foster | Barbados | Landslið | 1931-1933 | 6 | 6 | 19-346 |
2 | Reyn Foster | Barbados | Landslið | 1933 | 1 | 1 | 21-345 | |
3 | George Eastham Sr. | George Eastham Jr. | Ongland | Ards (Norðurírland) | 1953-1956 | ? | ? | 22-041 |
4 | Arnór Guðjohnsen | Eiður Guðjohnsen | Ísland | Landslið | 1996 | 1 | 17-138 | |
5 | Anatoliy Davydov | Dmitriy Davydov | Russland | Zenit | 1997 | 15 | 15 | 21-070 |
6 | Aleksey Eremenko Sr. | Aleksey Eremenko Jr. | Finnland | HJK Helsinki | 2002-2003 | 30 | 23 | 19-066 |
7 | Roman Eremenko | Finnland | Jaro | 2004-2005 | 19 | 19 | 23-061 | |
8 | Juan Carlos Bazalar | Alonso Bazalar | Peru | Cienciano | 2008 | 2 | 2 | 22-024 |
9 | Jákup N. Mikkelsen | Poul N. Mikkelsen | FØROYAR | ÍF | 2013-2014 | 35 | 35 | 24-248 |
10 | Rivaldo | Rivaldinho | Brasil | Mogi Mirim | 2014 | 2 | 2 | 23-010 |
11 | Ronnie Brunswijk | Damian Brunswijk | Surinam | Inter Moengotapoe | 2021 | 1 | 1 | 38-039 |
12 | Atli Gregersen | Árni Nóa Atlason | FØROYAR | Víkingur | 2022- | 36 | 36 | 23-241 |