Í kvøld hava føroysku hondbóltsmenninir frammanfyri knappliga 2000 áskoðarum í høllini á Hálsi í Havn tikið stórt stig ímóti EM endaspælinum, sum eftir ársskiftið verður í Týsklandi.
Um Føroyar vera við í endaspælinum verður avgjørt sunnudagin, tá ið Føroyar fara at spæla á útivølli ímóti Eysturríki. Í dag hevur Eysturríki tryggjað sær pláss í EM endaspælinum. Tað kann fara at vísa seg at hava stóran týdning, tí tað kann hugsast, at Eysturríki ímóti Føroyum fara at hvíla onkrar av bestu spælarunum, sum spæla í stórum týskum feløgum.
Um Føroyar fara at vinna í Eysturríki so verður tað greitt, at Føroyar fara at taka lut í endaspælinum í Týsklandi. Um Føroyar fara at megna javnleik í Eysturríki, so verður sannlíkið stórt fyri, at Føroyar vera við í Týsklandi eftir ársskiftið.
Í Ukraina búgva tað einar 40 milliónir, og í Føroyum eru vit færri enn 55 túsund. Men á vøllinum í kvøld vóru Føroyar greitt omaná. At tað eydnaðist at vinna við sjey málum kann fara at vísa seg at vera avgerandi fyri, um talan verður um EM luttøku.
Talan var um liðavrik frá Paula Jacobsen í málinum og umvegis stinna verju og fram í álopsspælið, sum toppskjúttin Elias Ellefsen á Skipagøtu stýrdi.
-Í fyrra hálvleiki spældu vit framúr væl, hóast eg tók nakrar ikki so góðar avgerðir. Í seinna hálvleiki høvdu vit trupulleikar í eina løtu, men so glapp tað, og síðstu løtuna gekk tað væl. Vit fegnast um, at tað eydnaðist at vinna við fleiri enn teimum fýra málunum, sum vit taptu við, tá ið vit hittu Ukraina í Týsklandi, og nú rokna vit við møguleikanum at vinna í Eysturríki sunnudagin, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu í samrøðu við Kringvarpið.
Áskoðararnir bóru føroysku spælararnar, og tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, kendist tað sum um, at teir høvdu ikki hug at sleppa hesum framúr avrikinum. Og stórur flokkur av børnum bíðar eftir at fáa autograf frá føroysku stjørnunum, sum nú eru heimsstjørnur.
Føroyar – Ukraina 33 – 26 (17 – 12)
Føroyar: Elias Ellefsen á Skipagøtu 13, Óli Mittún 7, Hákun West av Teigum 6, Leivur Mortensen 3, Theis Horn Rasmussen 2, Tróndur Mikkelsen 2, Helgi Hildarson Hoydal, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen, Jonas G. Djurhuus, Vilhelm Poulsen, Peter Krogh, Pauli Mittún
Málverjar: Pauli Jacobsen 37,5 %, Nicholas Satchwell
Á beinkinum: Peter Bredsdorff-Larsen, Lars P. Møller, Tom Jensen, Jóngerð Martinsdóttir Nielsen