BBC hevur verið á vitjan í Føroyum. Her hevur endamálið millum annað at tosa við útlendskar fótbóltsspælarar í Føroyum, og eitt úrslit er grein á heimasíðuni hjá stóra tíðindastovninum.
Her kann lesas, hvat teir fimm, Mayowa Alli, Alex José dos Santos, Ibrahima Camara, Eleksandar Djordjevic og Albert Adu halda um tilveruna í Føroyum.
Felags fyri allar fimm er, at teir ikki høvdu ánilsi fyri, hvar Føroyar vóru, fyrr enn fótbóltstilveran leiddi teir henda vegin. Og eitt nú er eitt sindur skemtiligt at lesa um støðuna, sum Djordjevic stóð í, tá hann skuldi við Føroya-flogfarinum úr Keypmanahavn. Hann var í stuttum buksum á flogvøllinum, tí hann helt, at leiðin frá Danmark gekk suðureftir, men hann hevur síðani fingið annað at sanna.
Felags fyri teir fimm er tó eisini, at teir í dag trívast í Føroyum. Ikki minst tí teir halda, at samfelagið býður upp á sera tryggar karmar. Í so máta er greinin – sum kann lesast HER – fín reklama fyri Føroyar.