Tað er ikki so ofta, at tað kemur fyri, men í kvøld er tað veruleiki. Føroyska U-21 landsliðið í fótbólti vann í kvøld 2-1 á Þróttarvölli í Reykjavík. Og tað er ikki so ofta, at Føroyar hava fulla úrtøku eftir tvey umfør, men tað er veruleikin, nú Føroyar hava vunnið 2-1 á heimavølli ímóti Estlandi og 2-1 á útivølli ímóti Íslandi. Triði dysturin verður mánadagin, tá ið Føroyar fara at spæla í Luksemborg.
Í kvøld vóru Føroyar í 5-4-1 skipan í verjustøðu, og tað var heilt sjáldan, at tað eydnaðist at fáa skipa álopsspæl í lag, so skipanin kundi broytast til 3-4-3.
Føroyar settu hol á longu í triðja minutti. Væl upplagdi liðformaðurin Áki D. Samuelsen snaraði og krúllaði í vinstru, áðrenn tað úr kroystari støðu eydnaðist honum á brotsteigarmarkinum at trilla bóltin upp á tvørs. Mattias Hellisdal sneiddi seg eitt vet til høgru leysan av mótstøðumanni, áðrenn hann sendi bóltin flatt í handara síðunetið.
Og tá ið eitt stórt korter var farið, øktu Føroyar um munin til 2-0. Málskjútti var Áki D. Samuelsen, sum fekk fatur á bóltinum, tá ið ein verjuspælari royndi seg við afturlegging. Áki rak fram ímóti málinum og var púra kaldur, tá ið hann setti bóltin í netið.
Hóast íslendingar vóru væl meiri á bóltinum, og hóast íslendingar høvdu væl fleiri royndir ímóti málinum, so var tað ikki so ofta, at talan var um heilt vandamiklar støður, og í føroyska málinum var Hans Jákup Arngrímsson ein brandur.
Ísland vann átta hornaspørk, og Føroyar vunnu eitt hornaspark. Ísland hevði 17 royndir ímóti føroyska málinum, og Føroyar høvdu tríggjar royndir ímóti heimamálinum.
Eitt stórt korter eftir steðgin eydnaðist tað Íslandi at minka um munin. Eftir hart innlegg úr vinstru rakti bólturin í kroppskinnið á einum av føroysku verjuspælarunum.
At Ísland minkaði um munin kundi geva heimamonnunum blóð á tonna, og teir vóru nógv á bóltinum. Men teir megnaðu ongantíð av álvara at fáa bilbukt við sera væl skipaða føroyska verjuspælið.
Síðstu minuttirnar vóru føroyingarnir undirmannaðir, tí innskifti Jóhan Josephsen sá gula kortið tvær ferðir.
Ísland – Føroyar 1-2 (0-2)
U-21 EM undankapping
0-1: Mattias Hellisdal 3.
0-2: Áki D. Samuelsen 16.
1-2: Sjálvmál 62.
Dómarabólkur úr Skotlandi: Ross Hardie, Douglas Potter og Jonathan Bell
Ísland: Lúkas Petersson – Jóhannes Kristinn Bjarnason, Hlynur Freyr Karlsson, Logi Hrafn Róbertsson (Júlíus Mar Júlíusson, 64.), Nóel Atli Arnórsson (Guðmundur Baldvin Nökkvason, 84.) – Ágúst Orri Þorsteinsson (Galdur Guðmundsson, 64.), Kjartan Már Kjartansson, Helgi Fróði Ingason (Róbert Frosti Þorkelsson, 64.) – Benoný Breki Andrésson, Hilmir Rafn Mikaelsson (Hinrik Harðarson 74.), Eggert Aron Guðmundsson
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Halldór Snær Georgsson, Ásgeir Helgi Orrason, Júlíus Mar Júlíusson, Baldur Kári Helgason, Tómas Orri Róbertsson
Føroyar:Hans Jákup Arngrímsson – Hanus Højgaard, Ejvind R. Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup N. Vilhelmsen, Virgar Jónsson – Heini Sørensen, Mattias Hellisdal (Jóhan Josephsen, 80.), Árni Nóa Atlason, Áki D. Samuelsen – Dávid Reynheim (Dávid B. Andreasen, 56.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn:Rasmus Olsen, Bjarti Thorleifsson, Jónas Prior, Aron Benjaminsen, Torkil Holm, Jógvan Gullfoss, Aaron Reinert Hansen