Føroyar hava vunnið IHF Trophy

Føroysku U21-menninir hava framt eitt rimmar bragd í Bulgaria.

Føroyska U21-landsliðið hjá monnum hevur vunnið IHF Trophy 2015. Tað er greitt, nú teir í dag vunnu triðja sigurin av trimum møguligum – hesaferð 27-24 ímóti Kap Verde eftir at hava verið á odda 11-7 í hálvleikssteðginum.


Sigurin er komin í land hóast ein dystur er eftir at spæla. Hann verður í morgin ímóti Tahiti. Fyrr í dag var Tahiti einasta landið, sum kundi fáa Føroyar aftur, men tað kravdi, at teir vunnu ímóti Usbekistan í dag og ímóti Føroyum í morgin.


Føroyski hópurin dúvaði sum vera man upp á at Usbekistan fór at vinna, og av áskoðaraplássunum kundu teir fegnast um, at Usbekistan vann 39-31. Tískil er tað greitt, at eingin fær Føroyar aftur og at føroysku menninir fara at krónast sum vinnarar av IHF Trophy 2015.


Hagtøl frá 27-24-sigrinum ímóti Kap Verde í dag vóru hesi: (kelda: HSF)


Málskjúttar:
Rói Berg Hansen 9
Áki Egilsnes 7
Allan Norðberg 3
Eirikur Simonsen 2
Helgi Hoydal 2
Kjartan Johansen 2
Pætur Thomsen 1
Julian Olsen 1

 

Málmenn:
Niklas Simonsen 45 min. 33%
Tóraldur Kollsker 15. min 13%