Føroyar skipaðar í átta barnaverndir

Nú er greitt, hvussu barnaverndirnar kring landið verða skipaðar

Nú eru kommunalu samstarvsøkini um barnavernd endaliga skipað

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur góðkent, at tað nú verða átta kommunal samstarvsøki um barnavernd.

Frammanundan hava tað verið 10 samstarvsøki.

Við hesum eru tvey nýggj kommunal samstarv skipaði og góðkend. Tær sjey kommunurnar í Suðuroy eru komnar ásamt um, hvussu ein barnaverndartænasta verður skipað í Suðuroy.

Eisini hava Eysturkommunu og Fuglafjarða kommunu gjørt eina samstarvsavtalu um barnavernd.

Løgtingið samtykti í 2012 at gera broytingar í barnaverndarlógini, og tá varð m.a. álagt kommunum at skipað seg í færri samstarvsøki við freist frá 1. januar 2014.

Tey átta økini eru hesi:

1)     Kommunurnar í Norðoyggjum

2)     Runavíkar, Nes og Sjóvar kommunur

3)     Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommunur

4)     Sørvágs, Vága,  Vestmanna og Kvívíkar kommunur

5)     Eiðis, og Sunda kommunur

6)     Tórshavnar kommuna

7)     Kommunurnar í Sandoynni

8)     Kommunurnar í Suðuroynni