Føroyska mansliðið í hondbólti hevur í kvøld skrivað søgu. Fyri fyrstu ferð yvirhøvur hava Føroyar vunnið fulla úrtøku í EM endaspæli, og tað var vorðin sum sigur.
Føroyar vunnu 37-24 ímóti Montenegro, sum týskvøldið fer at spæla síðsta dystin hesa ferð. Tað er eingin møguleiki fyri, at Montenegro fer at halda fram í kappingini. Um Føroyar fara at halda fram í kappingini verður avgjørt týskvøldið, tá ið Slovenia verður mótstøðuliðið. Eftir javnleik ímóti Sveis og søguligan stórsigur ímóti Montenegro er møguleikin hjá Føroyum at vinna seg í miðumfarið í Malmø stórur.
Í kvøld var talan um óvanliga væl upplagt føroyskt lið, sum spældi betri enn nakrantíð áður – bæði í verju og álopi.
Pauli Jacobsen, sum varð kosin at vera dagsins maður, var framúr millum stólparnar, og fyritreytirnar hjá honum vóru góðar, tí verjuspælið var so sera sannførandi. Og mótstøðuliðið var so stirvið og lítið hugflogsríkt í álopsspælinum, at tað var lætt hjá Teis, Ísaki, Pæturi, Tróndi og øllum hinum at halda mótstøðumonnunum frá at spæla seg í góðar møguleikar.
Í álopspartinum var føroyska avrikið meiri sannførandi og hugflogsríkt, enn tað nakrantíð áður hevur verið. Óli Mittún var í heimsflokki, Hákun West av Teigum var framúr á veinginum í høgru, Elias Ellefsen á Skipagøtu var í essinum, og allir hinir vístu besta avrik nakrantíð á landsliðnum.
At leiðslan í seinna hálvleiki støðugt øktist bar við sær, at fleiri av teimum, sum hava sitið nógv á beinkinum, fingu høvið at royna seg, meðan lyklaspælarar sótu á beinkinum.
Høllin kókar. Alt er hvítt og blátt, og hondbóltsheimurin undrast.
Montenegro - Føroyar 24-37 (13-19)
Føroyar: Óli Mittún 10, Hákun West av Teigum 9, Elias Ellefsen á Skipagøtu 8, Leivur Mortensen 3, Teis Horn Rasmussen 3, Ísak Vedelsbøl 2, Allan Norðberg 1, Vilhelm Poulsen 1, Bjarni í Selvindi, Pætur Mikkjalsson, Rói Berg Hansen, Tróndur Mikkelsen, Pauli Mittún, Rói Ellefsen á Skipgøtu
Málverjar: Pauli Jacobsen 15/34 44,12 % og Tórður Skorheim Guttesen 0/1











