Gott lag á hond­bólts­fjepp­arum í Oslo

Føroyingar hava hertikið norska høvuðsstaðin Oslo, og tað er gott lag undan brakinum í kvøld

Nógvir føroyingar síggjast í Oslo í hesum døgum, nú EM endaspæli í hondbólti hjá monnum er á skrá. 

13 flogfør eru komin úr Føroyum, og nøkur koma afturat. Tilsamans hevur Atlantsflog flutt eini 3.000 fólk beinleiðis úr Vágum til Oslo. Nógv eru eisini farin umvegis Danmark. Og í morgin kom Norrøna við 1.000 ferðafólkum, og legði at inni í Oslo við Akerhus Festning. 

Til dystin í kvøld ímóti Sveis verður roknað við at í minsta lagi 6.000 føroyingar verða at rópa á føroyska liðið.

Í gjárkvøldið var skipað fyri fjepparatiltaki á Clarion Hotel Hub í miðbýnum í Oslo. Har búgva eini 800 føroyingar. Har undirhildu Danny & The Veetos og Páll Oddur Rubeksen úr Páll Finnur Páll.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##