Týsdagin hitti Ungdómsráðið í Vága kommunu, Bjarna Prior, borgarstjóra til fyrsta av tveimum árligum fundum. Fundurin er ein liður í arbeiðnum at tryggja, at røddin hjá teimum ungu verður hoyrd og tikin við í politiska arbeiðnum í kommununi.
- Á fundinum setti Ungdómsráðið sjóneykuna á evnir, sum tey sjálvi meta vera serliga viðkomandi. Millum annað vórðu bussleiðir og busssamband í Vágum umrødd, umframt ónøgdin við nýggju ferðaætlanina hjá leið 300, eins og møguleikar og tilboð til ung eftir loknan fólkaskúla.
Í Vága kommunu siga tey, at spurningurin um integratión av tilflytarum eisini varð á reistur.
- Tosað varð eisini um hallarviðurskifti hjá ítróttarfeløgum. Hetta eru evni, sum ráðið ynskir at arbeiða víðari við í samráð við kommununa.
Síðan greiddi borgarstjórin frá, hvørjar raðfestingar býráðið hevur sett sær fyri í 2026.
- Millum evnini, sum vórðu umrødd, vórðu ætlanir um íverksetarahús, marghøll, útiøki á Skúlanum á Giljanesi, matarskipan fyri dagstovnar og skúla, fríløtuøkir í kommununi, tryggari farleiðir til og frá skúla, Oyggjaleikir 2027 og arbeiðið við Newton-konseptinum.
Borgarstjórin legði dent á týdningin av, at ung verða tikin við í kjakið um framtíðarætlanir, sum hava beinleiðis ávirkan á teirra gerandisdag. Bjarni Prior heitti eisini á Ungdómsráðið um at halda fram við at vera virkið, koma við hugskotum og seta orð á, hvat ung halda, at kommunan ger væl, og hvat hon kann gera betri.
- Vága kommuna metir Ungdómsráðið vera ein týdningarmiklan part av demokratiska arbeiðnum í kommununi og sær fram til framhaldandi góðar og gevandi fundir, har ung verða hoyrd og verða tikin við upp á ráð í málum, sum viðkoma teimum.
Lagt verður aftrat, at endamálið við Ungdómsráðnum er at skapa eitt forum, har ung kunnu bera fram síni sjónarmið, royndir og hugskot – bæði sum umboð fyri felagsskapir og sum einstaklingar í kommununi.
Um heimasíðuna hjá Vága kommunu - www.vaga.fo - sæst nærri kunning um Ungdómsráðið í kommununi.











