F.v.: Ole Gantzhorn Pedersen (Posta), Edvard S. Remberg (Posta), Jan Dam Poulsen (Blue Water), Dennis Sigtenborg Bruun (Blue Water) og Kenneth Skovbjerg Pedersen (Blue Water)

Blue Water Shipping yvirtekur fraktvirksemið

- Yvirtøkan av fraktvirkseminum hjá Posta styrkir virksemið hjá Blue Water í Norðuratlantshavi og tryggjar framhald fyri viðskiftafólk og starvsfólk, verður sagt í tíðindaskrivi í morgun

F.v.: Ole Gantzhorn Pedersen (Posta), Edvard S. Remberg (Posta), Jan Dam Poulsen (Blue Water), Dennis Sigtenborg Bruun (Blue Water) og Kenneth Skovbjerg Pedersen (Blue Water)

Blue Water Shipping boðar í dag frá, at felagið yvirtekur fraktvirksemið hjá Posta í Føroyum og Danmark frá 1. februar 2026. Dentur verður lagdur á eitt smidligt skifti við óbroyttari tænastu til viðskiftafólk og samstarvi við Smyril Line.   

 

- Við yvirtøkuni styrkir Blue Water sítt virksemi í Norðuratlantshavi og betrar um tænastuna til viðskiftafólk, sum hava tørv á samanhangandi flutningsloysnum millum Danmark, Føroyar og útheimin. Viðskiftafólk fáa atgongd til altjóða netverkið, talgildar loysnir og tænasturnar hjá Blue Water innan sjó- og flogfrakt, flutning á landi umframt goymsluloysnir.

 

Lagt verður aftrat, at allar verandi avtalur og tænastur halda fram óbroyttar eftir 1. februar 2026 og starvsfólkini, sum eru fevnd av broytingini, halda fram hjá Blue Water. Dentur verður lagdur á, at tað fer fram so smidligt sum gjørligt.   

 

- Tað týdningarmesta hjá okkum er, at viðskiftafólk og starvsfólk fáa eitt trygt og gott skifti til okkum. Vit leggja dent á, at tænasta og avtalur halda óbroyttar fram. Vit gleða okkum til at bjóða nýggjum starvsfólkum vælkomnum hjá Blue Water.

 

Tað sigur Jan Dam Poulsen hjá Blue Water Shipping.

 

Edvard S. Remberg, stjóri í Posta, sigur soleiðis í tíðindaskrivinum:

 

- Vit eru glað fyri, at okkara fraktvirksemi heldur fram í royndum hondum hjá Blue Water. Vit síggja tað sum eina góða og smidliga loysn fyri viðskiftafólk og starvsfólk.

 

Fraktvirksemið er partur av langtíðarmenningarætlanini hjá Blue Water í Norðuratlantshøvum.

 

- Vit styrkja grundarlagið fyri at kunna veita viðskiftafólkum góðar flutningstænastur millum Danmark og Føroyar við hjáveru á staðnum og altjóða sambandi, sigur Kenneth Skovbjerg Pedersen hjá Blue Water Shipping.

 

Kenneth Skovbjerg Pedersen hevur ábyrgdina fyri North Atlantic virkseminum hjá Blue Water, herundir Føroyar, Grønland og Ísland.

 

Praktisk kunning til viðskiftafólk

Eingin steðgur verður í tænastuni, sum heldur fram sum higartil. Blue Water setur seg í samband við kundar um sambandshættir, freistir og møguligar praktiskar broytingar.

Rokningar og annað verður tillagað so hvørt, og viðskiftafólk fáa beinleiðis boð.

 

- Blue Water er ein altjóða veitari av flutnings- og logistikkloysnum. Felagið varð sett á stovn í Esbjerg í 1972 og hevur meira enn 2.500 starvsfólk og 80 skrivstovur kring heimin, verður sagt í tíðindaskrivi í morgun.

 

 

 

F.v.: Ole Gantzhorn Pedersen (Posta), Edvard S. Remberg (Posta), Jan Dam Poulsen (Blue Water), Dennis Sigtenborg Bruun (Blue Water) og Kenneth Skovbjerg Pedersen (Blue Water)