Í kvøld klokkan 19.30 verður sannleikans tími hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti. Tá spæla Føroyar fyrsta dystin í innleiðandi bólki D í EM-endaspælinum.
Mótstøðuliðið í Unity Arena uttanfyri Oslo verður Sveis. Yvir 6.000 føroyskir áskoðarar fara at stuðla okkara monnum.
Í aðalroyndini undan dystinum móti Føroyum leikti Sveis fyri seks døgum síðani á heimavølli í Wintherthur javnt 29-29 móti Norðurmakedonia. Í fyrra hálvleiki gekk væl hjá Sveis, ið var á odda 18-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki vóru tað norðurmakedonar, ið vóru omaná.
Gino Steenaerts var toppskjútti hjá Sveis við fimm málum. Joel Willecke og Noam Leopold skutu fýra mál hvør.
HER ber til at síggja ein longri samandrátt frá aðalroyndini hjá Sveis seks dagar undan dystinum móti Føroyum:
##med2##











