Nú lýsir skeltið hjá Vágs kommunu

- Arbeiðsmenn hjá kommunu hava staðið fyri arbeiðnum at klárgera, og vit fingu lokalu listakvinnuna, Mikalu Vilhelm, at mála skeltið

- Kanska hevur onkur lagt til merkis, at skeltið hjá kommununi, sum stendur frammanfyri kommunuskrivstovuna, er nýmálað og lýst upp við ljósi.

 

Soleiðis siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

Vist verður á, at skeltið trongdi til eina kerliga hond, og í desember varð skeltið tikið niður. Tá varð tað reinsað, pussað, grundað og málað í røttu litunum hjá kommununi.

 

- Arbeiðsmenn hjá kommunu hava staðið fyri arbeiðnum at klárgera skeltið, og vit fingu lokalu listakvinnuna, Mikalu Vilhelm, at mála skeltið.

 

Skeltið varð sett upp aftur stutt undan jólum, og í gjár var elektrikari hjá MR-EL og setti ljós í skeltið.

 

Tað var Poul B. Olsen, sum  gjørdi búmerkið í sambandi við búmerkjakapping, og tað var Regin Debess, sum reinteknaði endaliga búmerkið. 

 

Búmerkið er samansett av fimm eindum: Slupp, fjalli, havi og tjaldri, og tað er fevnt við rundari rammu.

 

- Eindirnar geva eitt lítið innlit í søguna hjá Vágsbygd, siga tey í Vágs kommunu í dag.