Íbúðarbygningur er reistur í morgun

- Stórur eftirspurningur er eftir bústaði, og tær fýra íbúðirnar eru longu umbidnar

Ein nýggjur íbúðarbygningur er reistur í Vestmanna í morgun.

 

- Talan er um ein bygning á Bakka við fýra íbúðum á 74 fermetrar. Byrjað varð at seta lidnu elementini upp mánadagin, og nú er bygningurin reistur.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag.

 

Tað er byggifyritøkan við Hjarvardi Kjærbæk, sum letur íbúðirnar byggja, og tað eru EYA Arkitektar, sum hava teknað.

 

- Stórur eftirspurningur eftir bústaði í Vestmanna, og er nýggi íbúðarbygningur eitt gott íkast at bøta um eftirspurningin.

 

##med2##

 

Í Vestmanna kommunu leggja tey aftrat, at tær fýra íbúðirnar, sum nú verða bygdar, eru allar longu umbidnar.