Soleiðis, sum vit hava hoyrt í kvøld eftir kreppufundin millum USA, Danmark og Grønland, heldur amerikanski forsetin, Donald Trump, fast við kravið um, at USA "noyðist" at yvirtaka Grønland.
- Vit fáa at síggja, hvat hendir. Okkum tørvar Grønland, sigur forsetin í kvøld. Hann leggur tó aftrat, at hann framvegis bíðar eftir einari frásøgn frá fundinum seinnapartin.
Hóast Donald Trump lýsti viðurskiftini við Danmark sum "sera góð" og læt fólk skilja, at hann væntaði eina loysn, kom hann kortini við einari týðiligari misálitisváttan:
- Eg kann ikki hava álit á Danmark, tá ræður um Grønland, segði hann.
Útsøgnin verður tulkað, sum forsetin sáar iva um evnini hjá Danmark at taka hond um trygdina í Arktis.
Henda útsøgn hjá amerikanska forsetanum er í andsøgn til tað, sum danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur sagt um, at trygdarstøðan í Arktis er undir eftirliti.
Hetta skrivar norska kringvarpið - NRK - í kvøld.











