Tað vera Senegal og vertstjóðin, Marokko sum fara at spæla finaluna um afrikanska meistaraheitið í fótbólti hjá monnum.
Sadio Mané gjørdist sigursmálskjúttin, tá Senegal vann 1-0 á Egyptalandi.
Heimafjøldin mátti ígjøgnum bæði longda leiktíð og brotssparkskapping, tá Marokko vann 4-2 á Nigeria í brotssparkskappingini. Í vanligu og longdu leiktíðini kom einki mál.
Senegal-Egyptaland 1-0 (0-0)
1-0 Sadio Mane ('78)
Marokko-Nigeria 4-2 (0-0 - 0-0) - aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Finalan millum Marokko og Senegal verður leikt á Stade Prince Moulay Abdallah leikvøllinum í Rabat, sunnukvøldið klokkan 19. Pláss er fyri 69.500 áskoðarum.
Dysturin um triðja plássið millum Egyptaland og Nigeria verður leiktur á Stade Mohammed V leikvøllinum í Casablanca, leygardagin klokkan 16.











