Jana vann á Súnu - Maria avrikaði væl móti toppliði

Føroysku landsliðsleikararnir avrikaðu væl í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Fýra føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Føroyingauppgerð var í Fælled-høllini í Skanderborg, har Súna Krossteig Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg tóku ímóti Janu Mittún og liðfeløgunum í Viborg.

 

Viborg vann greiðan 33-25 sigur. Í steðginum var Viborg á odda 16-13.

 

Súna skoraði fýra mál, legði upp til trý mál (assist), og hon vann liðnum tvey brotskøst. Jana skoraði trý mál, legði upp til sjey mál, og vann liðnum eitt brotskast. Sostatt var talan um góð avrik hjá føroysku landsliðsleikarunum.

 

Viborg er fjórðfremst í deildini við 18 stigum. Skanderborg er aftast við bert trimum stigum.

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens góvu toppliðnum, Team Esbjerg ein skarpan gang í Blue Water Dokken høllini í Esbjerg. Team Esbjerg vann ein tepran 30-28 sigur. 15 sekund vóru eftir av dystinum, tá heimaliðið tryggjaði sær sigurin. Í steðginum var Team Esbjerg á odda 16-14.

 

Maria skoraði tvey mál, legði upp til fýra mál, og hon vann liðnum eitt brotskast.

 

Horsens er nummar átta í deildini við átta stigum.

 

Í Green Sports Arena Rofi-sentrinum í Ringkøbing máttu landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing leggja rygg til stórtap 24-41 móti Nykøbing Falster, ið var á odda 22-13 í steðginum.

 

Rakul bjargaði átta av 31 málroyndum, og stóð seg munandi betri enn kappingarneytin, Stephanie Christensen, ið bert bjargaði einari av 17 málroyndum. 

 

Ringkøbing er nummar níggju í deildini við sjey stigum.