Machado gav Donald Trump sína friðarheiðursløn

- Hann neyðtekur eina friðarheiðursløn frá einum vinnara, sum er í einari desperatari støðu, sigur norskur politikari

Tað er ikki fallið í góða jørð í Noregi, at Nobel-friðarheiðurslønarvinnarin, María Corina Machado, í gjár gav amerikanska forsetanum, Donald Trump, heiðurslønina, tá hon var á vitjan í Hvítu Húsunum. 

 

Norski professarin, Janne Haaland Matlary, heldur hetta vera óvirðiligt og syrgiligt, og at hetta undirgrevur virðið á friðarheiðurslønini, sum er persónlig og ikki skal latast øðrum.

 

Serfrøðingar, sum útlendskir miðlar hava skift orð við um hendingina í Hvítu Húsunum í gjár, halda, at Machado við hesum roynir at ávirka Donald Trump at fáa undirtøku fyri demokratiskum reformum í Venesuela.

 

– Tann, sum hevur fingið virðislønina, hevur fingið hana, sigur norski SP-leiðarin, Trygve Slagsvold Vedum, sum heldur, at tað sigur nakað um slagið av einum menniskja, sum tekur ímóti einari heiðursløn, sum ein annar hevur fingið.

 

Formaðurin í norska Miðflokkinum - eisini nevndur MDG-leiðarin, Arild Hermstad, heldur, at Donald Trump uppførir seg um ein mafialeiðari.

 

- Hann neyðtekur eina friðarheiðursløn frá einum vinnara, sum er í einari desperatari støðu, sigur hann. 

 

Donald Trump, forseti, viðmerkti gávuna, hann fekk frá Maríu Corina Machado í gjár, og hetta gjørdi forsetin á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

 

– María handaði mær friðarheiðursløn Nobels fyri arbeiðið, eg havi gjørt. Ein so fantastisk hending, sum vísir sínámillum virðing. Takk fyri, María, skrivar Donald Trump.

 

##med2##

 

Forsetin lýsir Machado sum eina fantastiska kvinnu, sum hevur verið ígjøgnum nógv og sigur, at tað var ein stórur heiður at møta henni.

 

Í morgun legði María Corina Machado eina mynd út á Instagram av sær sjálvari saman við Donald Trump og heiðursmerkinum, og hetta er myndin, sum er viðheft her omanfyri.

 

Kelda til henda greinastubba í morgun er norska kringvarpið, NRK, men tað eru fleiri útlendskir miðlar, sum skriva um undarligu hendingina í Hvítu Húsunum í gjár.