Eitt av teimum heilt heitu nýggju nøvnunum innan føroyskan tungmálm í løtuni, Tunghoyrt, útgevur sítt næsta staklag.
Eysturav er ein sangur um at missa ein, sum fullførir teg sum persón. Saknurin ger teg svakan og býttan. Tú gert av, at einasti møguleikin um frið, er at taka lívið av tær sjálvum og tínum kæra, so at tit bæði kunnu varðveita trúfesti í parlagnum. Nú liggja tit í somu grøv í allar ævir, og tú hevur uppfylt tína lagnu.
Tunghoyrt
Eysturav
Útgivið 16. januar 2026 umvegis Plátufelagið Tutl
##med2##












