Tað ger Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, í einum grein 52a fyrispurningi til Aksel V. Johannesen, løgmann, har hann – í kjalarvørrinum av rokinum, sum amerikanski forsetin hevur elvt til um Grønland – vil hava løgmann at siga sær, um hann stuðlar ríkisfelagsskapinum.
Ítøkiliga orðar Bárður á Steig Nielsen spurningin til løgmann soleiðis:
Stuðlar løgmaður ríkisfelagsskapinum?
- Eru eftirverandi flokkarnir í sokallaðu tjóðarsemjuni – Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn – samdir um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum?
- Er fundur avtalaður við donsku stjórnina um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum?
– Alt meðan heimurin er í upploysn, hevur javnaðarløgmaður saman við Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn gjørt eina sokallaða tjóðarsemju um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.
– Løgmaður boðaði í gjár, 13. januar, frá, at hann stuðlar Grønlandi. Grønland er feskasta dømi um, at smálond sleppa ikki at liggja einsamøll, sigur Bárður á Steig Nielsen. Tey verða løgd undir ræðið av einum størri landi so ella so.
– Hetta eigur at verða tikið við í kjakið um fullveldi her heima í Føroyum, tí hetta er ein spurningur um, hvørjum vit vilja vera saman við – Danmark, USA ella okkurt nógv verri, sigur Bárður á Steig Nielsen.
– Løgmaður hevur fyri eini tíð síðani boðað frá, at fundur verður við donsku stjórnina um sokallaðu tjóðarsemjuna fyrst í hesum árinum, men enn eru ongi boð komin um, nær og um hetta verður, sigur formaður Sambandsfloksins











