Amerikanski forsetin, Donald Trump, heldur fast um, eftir grønlendska-dansk-amerikanska fundin í Washington, at USA framvegis vil hava Grønland.
– Vit fáa at síggja, hvat hendir, men vit hava brúk fyri tí (Grønland, red.), sigur hann á tíðindafundi í Ovalu Skrivstovuni um skúlamjólk.
Hann leggur eisini dent á, at USA og Danmark hava eitt gott samband.
– Eg haldi, at okkurt fer at henda, sigur Trump.
Forsetin leggur dent á, at hann enn ikki er kunnaður um fundin, sum var fyrr í dag, men at tað verður so skjótt sum tíðindafundurin um skúlamjólk er liðugur.
/Ritzau/











