– Hetta er demokratiskt púra burturvið.
Soleiðis sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, í samrøðu við Sosialin, har vit hava avdúkað, at umboð fyri USA hava verið í Føroyum fyri at kanna, hvørjar havnir eru egnaðar til skip hjá amerikanska flotanum.
Hann skilir ikki, hví eingin kunning hevur verið um hetta.
– Sitandi landsstýrið hevur lagt seg niður at grulva fyri Danmark. Danmark brúkar enn einaferð Føroyar sum eitt kort í einum stórpolitiskum spæli fyri at sleppa bíligari í NATO, sigur Høgni Hoydal.
– Føroysku myndugleikarnir eiga at tosa beinleiðis við USA og NATO, so vit sjálvi taka avgerð um, hvussu okkara land verða brúkt. Vit skulu ikki lata okkum brúka av dønum, sigur hann.
LES MEIRA: Sendinevnd úr USA hevur hugt at havnum í Føroyum
Tjóðveldisformaðurin stúrir fyri, hvat tað fer at henda, um vit byrja at loyva amerikanskum herskipum framat okkara havnum.
– Vit mugu ikki vera naiv og gloyma, at tað fer ein hernaðardubbing fram í arktiska økinum. Føroyar skulu ikki brúkast í hernaðarligum endamálum. Og um mann enntá ætlar sær at hava hernaðarútgerð í Føroyum í sambandi við krígsskipini, so krevur tað eina fólkaatkvøðu, sigur hann.
Les meira um amerikanska áhugan at brúka føroyskar havnir í nýggjasta Sosialinum.