Føroyar-Slovakia 29-22: Føroyar eru í finaluni

Føroya vunnu fyri løtu síðani tryggan sigur á Slovakia í hálvfinaluni í EFH Championship fyri U19 í Bulgaria.

Myndir: Christian Nagata

Tað var ongantíði ivi um, at føroysku U19 dreingirnir fóru at vinna dystin, tí longu eftir fáar minuttir vóru Føroyar greitt á odda. Hálvleiksstøðan var 15-11.

 

Sum dysturin leið øktist føroyska leiðslan, og slovakar høvdu stórar trupulleikar at koma ígjøgnum føroysku verjuna.

 

Eftir dystin var føroyski málmaðurin Pauli Jacobsen kosin besti spælari.

 

-Vit løgdu sannførandi fyri, og aftur í dag var málverjin framúr góður, og tað kom væl við, tá ið vit ikki vóru so sannførandi í verjuspælinum. Nú fara vit at fáa okkum ein bita, og so fara vit at fyrireika okkum til finaluna í morgin. Vit vita ikki, um tað verður ímóti Kekkia, sum vit longu hava vunnið ímóti, ella tað verður ímóti Hvítarusslandi, men vit vita, at tað verður torførur dystur, sigur føroyski venjarin Julian Johansen.

 

Í finaluni møta Føroyar annaðhvørt Kekkia ella Hvítarusslandi.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Myndir: Christian Nagata

Ein stoltur pápi við dagsins spælara, Pauli Jacobsen og Zacharias Jacobsen