Føroyar sum russiskur miðdepil í Norðuratlantshavi

“Tað er ongin orsøk í Føroyum at halda, at alt tað, sum hendur alla aðra staðni, ikki hendur í Føroyum, um eg kann siga tað so”.

Soleiðis svaraði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, spurningi frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, nú Uttanlandsnevndin ikki er á einum máli um, hvørt óreglusamt russiskt virksemi fer fram í Føroyum ella ikki.

 

Og eg eri púra samd við landsstýriskvinnuni!

 

Uttanlandsnevndini í tvíningum

 

Eg havi verið á øllum fundum í Uttanlandsnevndini, meðan hetta málið hevur verið til viðgerðar. Mín niðurstøða er púra greið: Vit mugu gera alt tað vit eru ment fyri at avmarka russiskt virksemi um okkara leiðir. Helst niður í onki.

 

Eg skilji tí ikki, at meirilutin í nevndini kemur til hesa niðurstøðuna:

 

“at neyvan er hald í illgrunanum um, at Føroyar verða brúktar sum umskipanarhavn til ólógligar sanktióneraðar vørur, og at Føroyar eru eitt stað, sum er uttanfyri lóg og landaskil, har russisk skip kunnu gera sum teimum lystir”.

 

Tvørturímóti haldi eg, at tað er komið greitt fram undir nevndarviðgerðini, at Russland heilt sikkurt hevur onnur áhugamál í føroyskum sjógvi og í føroyskum havnum enn bara fiskiveiðu.

 

Orsøkirnar eru hesar:

 

- Tað er púra vist, at Russland førir hybridkríggj í Europa. Tað síggja vit hvønn einasta dag.

 

- Vit vita, at hóttanin úr Russlandi økist hvønn einasta dag.

 

- Vit vita, at Russland fyrireikar seg til at kunna fremja eina vápnaða innrás í eitt NATO-land innan heilt fá ár.

 

- Vit vita, at Russland brúkar vanlig fiskiskip og vanligar russarar til fregnartænastuvirksemi. Eisini í Føroyum.

 

- Vit vita, at føroyskar havnir eru tær einastu, sum standa víðopnar fyri russiskum skipum í okkara parti av heiminum.

 

- Vit vita, at illgruni er um, at hetta verður misnýtt og føroyskar havnir verða brúktar til at sleppa undan sanktiónum, sum eru í ES og hinum grannalondunum hjá okkum.

 

- Vit vita, at eftirlitið við russiskum skipum og russarum í Føroyum ikki er nóg gott. Føroysku myndugleikarnir, sum eru Vørn, Taks og Politiið, megna ikki at hava neyvt eftirlit øllum, sum hesi gera her á landi.

 

Tí eri eg púra samd við minnilutanum, Jenisi av Rana, tá hann í álitinum skrivar, at tað als ikki kann útilokast, at Føroyar verða brúktar sum umskipanarhavn til ólógligar sanktióneraðar vørur, og at eftirlitið við russiskum skipum og manningum, tí eigur at verða munandi styrkt.

 

Og tað kann heldur ikki útilokast, at russisku skipini fremja brot á sanktíonirnar og fiskiveiðuavtaluna.

 

Føroyar liggja mitt í sokallaða “GIUK-gapinum”, sum hevur sera stóran geopolitiskan týdning. Júst tí fer Russland tíverri eisini at strekkja seg ómetaliga langt fyri at halda fast í fiskiveiðuavtaluni við okkum.

 

Eiga at gera sum Ísland

 

Heldur enn at renna ørindir fyri Russland, eigur Føroyar at gera sum Ísland, sum í vikuni hevði vitjan av aðalskrivaranum í NATO, Mark Rutte.

 

Hóast Ísland ikki hevur egna hermegi, hevur landið valt eina greiða kós: at vera ein tryggur og álítandi samstarvsfelagi hjá NATO.

 

Sum forsætisráðfrúan Kristrún Frostadóttir skrivar á facebook:

 

“Í ófriðarligum tíðum er tað sera týdningarmikið at fara ábyrgdarfult til verka í altjóða viðurskiftum – og gott at vera í einum sterkum felagsskapi.”

 

Hetta eigur eisini at vera okkara kós.

 

Latið okkum velja Rutte fram um Putin!

 

Europa fram um Russland!

 

Fólkaræði fram um einaræði!

 

 

 

Liljan Weihe

 

Løgtingskvinna, Tjóðveldi