Føroyar vertur fyri EM-undankapping

Í september verður FSF vertur fyri EM-undankappingin fyri U17-kvinnur

 

Lutakast til kappingina hevur verið í Nyon í Sveis í morgun, og her komu føroysku genturnar í bólk saman við Noreg, Italia og Grikkalandi. Samstundis varð í dag greitt, at dystirnir í undankappingarbólkinum skulu spælast í Føroyum í døgunum 25. til 30. september 2014.