Føroyingaliðini vunnu í Íslandi í dag

ÍBV og KA vunnu bæði á heimavølli í dag

Dánjal Ragnarsson hevur skotið fýra mál í nógvum dystum fyri ÍBV hetta kappingarárið, og tað gjørdi hann aftur í dag

Dánjal Ragnarsson hevur skotið fýra mál í nógvum dystum fyri ÍBV hetta kappingarárið, og tað gjørdi hann aftur í dag

Í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti snýr tað seg fyrst og fremst um at enda millum átta tey ovastu liðini í grundspælinum, tí so hevur liðið vunnið seg í endaspælið.

Føroyingaliðini ÍBV og KA vunnu sínar dystir á heimavølli í dag, og eru at finna millum átta tey fremstu á stigatalvuni. Triðja føroyingaliðið, Fram hevði verið millum átta tey fremstu liðini um teir ikki høvdu tapt 23-28 fyri botnliðnum, HK ígjár.

Dánjal Ragnarsson gjørdi í dag tað sum hann ofta hevur gjørt fyri ÍBV hetta kappingarárið, hann skoraði fýra mál fyri ÍBV sum á heimavølli vann ein góðan 28-26 sigur á Vali. Í steðginum var ÍBV á odda 13-12.

Allan Norðberg skoraði trý mál og Nicholas Satchwell bjargaði níggju skotum tá lið teirra, KA á heimavølli vann ein tepran, men sera týðandi 25-24 sigur á Stjørnuni. KA var á odda 15-13 í steðginum. Tað leikaði javnt á allan seinna hálvleik.

Mikukvøldið 23. februar verður føroyingauppgerð millum KA og ÍBV á Akureyri. Sama kvøld tekur Fram móti Vali á heimavølli. 

Støðan: 

Nr Lið:DystirVJTStig
1 FH14102222
2 Haukar14102222
3 Valur1492320
4 ÍBV1491419
5 Stjarnan1582518
6 Selfoss1371515
7 KA1470714
8 Afturelding1344512
9 Fram1452712
10 Grótta133197
11 HK1411123
12 Víkingur1410132