Føroyingar forseta á Christiania

Eftir føroyska tónleikatiltakið á Amager savnast føroyingar til annað tónleikatiltak á Christiania

MíttLand, stóra føroyska tónleikatiltakið, sum verður hildið á Femøren á Amager júst nú, endar á midnátt.


Men føroyski tónleikafagnaðurin á flatlondum steðgar ikki tá, tí ein hálvan tíma seinni byrjar annað tiltak á Christiania.


Tá fara Sámal Ravnsfjall, 200 og Eyðun, Terji og Kim á pall á Loppen, sum er størsta spælistaðið har. Hesir spæla í nevndari raðfylgju.


Tá stóra tónleikatiltakið Distortion var í fjør, spældu 200 á Loppen, so teir hava roynt tann pallin áður, meðan tað verður fyrsta ferðin, at royndu menninir Eyðun Nolsøe, Terji Rasmussen, Kim Hansen og Sámal Ravnsfjall fara at spæla har.


Hetta tiltakið byrjar klokkan 00.30 og endar klokkan fýra á morgni.


Les meira um tiltakið HER.