Føroyingar framføra á íslendskum festivali

Greta S. Bech, Marius Ziska og Byrta teljast millum bólkarnar, sum skulu framføra á stóra íslendska festivalinum Iceland Airwaves.

Í næstum er stóri íslendski festivalurin, Iceland Airwaves á skránni, og aftur hesaferð eru fleiri føroysk nøvn á plakatini. Á hvørjum ári eru fleiri føroyskir bólkar og einstaklingar partur av spennandi og fjølbroyttu skránni hjá íslendska festivalinum. Hvørt ár eru fleiri túsund vitjandi í Reykjavík hesa tíð, og samstundis hava nógvir føroyingar upplivað hendan festival. 

 

Festivalurin er í ár 5. - 9. november. 

 

Marius Ziska spælir hóskvøldið klokkan 20.00, Greta S. Bech fríggjakvøldið klokkan 20.00, meðan Byrta spæla leygarkvøldið klokkan 00.20. Hvar hesi og onnur framføra ber til at síggja á icelandairwaves.is