Spennið er stórt frá tí ógvuliga listarliga dáminum til tað meira vanliga sjónbandslagið við upptøkum í sjóvarmálanum. Eingin ivi er tó um, at føroyskir tónleikarir framleiða rættiliga nógv fleiri sjónbandsløg í dag enn teir hava gjørt, og dygdin er góð.
Orsøkin til at fleiri gera sjónbandsløg er í høvuðsheitum, at tú kanst deila tey við hjálp av sosialu miðlunum, sigur Eyðfinn Jensen.
- Fara vit 10 ár aftur í tíðina var eingin grund til at gera eitt sjónbandslag, tí eingin var at hyggja at tí. Tað var ikki uttan, at tú ætlaði at satsa stórt fyri at koma út um landaoddarnar, at tú gjørdi eitt sjónbandslag, og tað kundi gerast rættiliga dýrt, sigur Eyðfinn.
Havnn var millum annað við til at gera eitt sjónbandslag til Brand Enni, sum kom upp um 100.000 krónur.
- Í dag er útgerðin nógv bíligari, og tú kanst gera tað talgilt - tað merkir, at góðskan verður nógv betur. Hartil er tað lætt at photoshoppa myndir, og tú kanst klippa filmin á telduni. Tí kunnu øll faktisk gera eitt sjónbandslag í dag, sigur Eyðfinn Jensen.
Umframt, at tað tøkniliga er nógv lættari og bíligari at gera eitt sjónbandslag í dag, er eitt spírandi filmsumhvørvi í Føroyum eisini av stórum týdningi.
- Reint listarliga síggja vit ótrúliga nógv flott sjónbandsløg. Men tað týdningarmesta er, at tú hevur eina góða søgu, sigur Eyðfinn. Honum dámar serliga væl sjónbandslagið, True Love, sum Heiðrik á Heygum hevur gjørt til Eivør, tí her er ein góð søga.
Tá nýggja Føroyska tiltakið, FMA fer av bakkastokki 15. mars 2014 verður á fyrsta sinni virðisløn latin til besta sjónbandslag - hetta er nakað nýtt í Føroyum, men tað er náttúrligt nú, av tí, at vit hava so nógv og so góð videoløg í dag, sigur Eyðfinn Jensen.